Um Gásadalsgarð.
Gásadalsgarður liggur á oynni Vágar í vøkru gomlu bygdini Gásadalur, sum er vorðin heimsinskend fyri vakra fossin Múlafossur, ein tað mest myndaði staðið í Føroyum.
Vit bjóða eina serstaka uppliving á einum av vakrastu støðunum á Føroyum.
Her kanst tú njóta útsýnið yvir Atlantshavið, við Mykinesi og Tindhólmin í bakgrundini, og uppliva ótemdu náttúruna og fríska luftina.
Í kaffistovuni bjóða vit millum annað ræstan súpan (við fermenteraðum kálvakjøti), føroyskt rúgbreyð við páleggi, fiskaplátu og køkur. Vit selja eisini kaffi, te, øl og sodavatn.
Tað serliga við okkara kaffistovu er, at um heystið verður hon broytt til eitt sláturhús, har vit slakta okkara egna seyð og kálvar. Fyri hesa nýhugsandi hugskotið vunnu vit í 2018 virðislønina fyri Nýhugsan, sum verður latin av Íverksetarahúsinum.
